2016-03-29 08:31

MRCC-støðin fekk í nátt eina fráboðan um, at ein maður var vorðin sjúkur umborð á Heyki. Fráboðanin kom beint eftir midnátt, og MRCC-støðin sendi bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways á staðið. Heykur var stæddur eystanfyri Føroyar.
Tá bjargingartyrlan kom á staðið, vísti tað seg, at tað livdi nógv í sjónum, sum gjørdi at tað ikki eydnaðist at fáa mannin umborð á bjargingartyrluna.
Bæði bjargingartyrlan og Heykur settu so kós móti Føroyum. Bjargingartyrlan fór á flogvøllin, og Heykur fór á Havnina við sjúka manninum, Heykur var í Havn tíðliga í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald