2016-04-26 12:45

Heilsu- og umsorgartænastan hevur sett Eydnu Berg sum leiðara fyri Tilhaldið í Tórsgøtu. Umframt at vera leiðari fyri Tilhaldið í Havn er hon eisini leiðari fyri dagtilhaldini í Nólsoy og í Kollafirði.
Fyrsti dagur hennara í nýggja starvinum er 1. mai 2016. Eydna hevur staðið fyri vevingini í Tilhaldinum í fleiri ár og kennir sostatt tilboðið væl.
Hugsjónirnar við Tilhaldunum í Tórshavnar kommunu eru at varðveita og menna heilsu og trivnað hjá pensjónistum, eitt stað har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí einstaka er í hásæti. Har øll kenna seg væl og fáa nýtt síni evni og førleikar at læra og hava tað stuttligt. Endamálið er, at tiltøkini í Tilhaldunum skulu gera mun fyri lív og heilsu.
Kelda: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald