JN

Eyðfinn Magnussen: Harurnar koma til setrini í myrkrinum

...

2016-05-30 21:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HARURNAR KOMA TIL SETRINI Í MYRKRINUM

Hetta vísa fyribils úrslitini frá teimum fýra sjálvvirkandi myndatólunum, sum vórðu sett upp frammanfyri fýra harusetur í Kollafirði 21. apríl í ár.

??rslitini vísa, at flestu harurnar koma til setrinum umleið kl. 22, men eisini eru tað nakrar, sum koma teir myrku tímarnar millum klokkan 24 og uml. 6 um morgunin (sí myndina). Um dagin vóru onga haru at síggja frammanfyri setrini.

FLESTU HARURNAR VITJAÐU SETUR 4
Myndatólini vóru tikin innaftur 24. mai. Tey hava sostatt staðið úti í 33 dagar. Í hesum tíðarskeiðinum vórðu 137 myndir tiknar av harum frammanfyri tey fýra setrini. Flestu vitjanir vóru við ???Setur 1???, har tilsaman 27 harur vitjaðu. ??t frá myndunum ber ikki til at staðfesta, um talan er um somu haruna, sum vitjaði, ella talan er um ymiska harur. Í hinum trimum setrunum vóru millum 3 og 4 vitjanir í hvørjum setri.

Flestu harurnar vitjaðu setrinum, tá tað var myrkt. I tíðarskeiðinum, tá kanningarnar vórðu gjørdar, longdist dagurin við trimum tímum. Tá kanningin byrjaði, 21. apríl, var dagur 15:21 tímar langur; sólin reis kl.05:46 og setti kl. 21:07. Tann 24. mai var dagur 18:22 tímar langur; sólin reis kl.04:14 og setti kl. 22:36.

??tlanin er at seta myndatólini uppaftur í oktober mánað, tá harurnar aftur fara at skifta lit, frá brúnum til grátt. Tað skrivar Eyðfinn Magnussen á Facebook.

Sí myndina niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder