Mentan

Eyðfinn fer ikki at skráseta haruveiðuna í ár

...

2015-10-23 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg havi nú avgjørt, at eg ikki fara at skráseta úrslitini frá haruskjótingina í Føroyum í 2015, tí eg ikki longur havi tíð til hetta arbeiðið.

Harutíðin nærkast, og nú eru bert 13 daga eftir til fyrsta harudag. Eg havi nú í trý ár, frá 2012 til 2014, savnað saman tøl um føroysku haruveiðuna. Hetta arbeiði havi eg gjørt í mínar frítíð: gerandisdagar eftir arbeiðstíð og so leygarkvøld og sunnukvøld. Ikki so fáar nætur eru eisini i brúktar til hetta arbeiðið. Hetta arbeiði hevur verið spennandi, og hevur eisini havt stóran áhuga millum fólk; bæði hjá teimum, sum skjóta harur og eisini millum tey, sið ikki skjóta. Hesin stóri áhugin hevur verið drívmegin í mínum arbeiði.

BYRJAÐI Í 2012

Fyrstu skrásetingarnar vóru gjørdar í 2012. Tá eg var liðugur at skriva fyrstu frágreiðing um føroysku haruveiðuna í 2012, segði eg við meg sjálvan, at hetta var fyrsta, men eisini seinasta ferð, at eg fór at gera hetta arbeiðið. Men ikki veit eg, tá harutíðin nærkaðist aftur í 2013, fór eg aftur undir hetta arbeiðið. Nakrir hundrað tímar vóru nýttir av mínari frítíð í november, desember og januar mánað til hetta arbeiðið. Skrásetingin av haruveiðuni fekk eisini góða undirtøku hetta árið, og fólk vóru glað fyri arbeiði og róstu tí eg hevði gjørt. Hetta var fløvandi og góð løn at fáa, men aftur hesaferð kom troyttleikin á meg, tá arbeiði var liðugt, og aftur fór eg at ivast, um eg skuldi halda fram næsta ár. Men tað sama hendi aftur í 2014. Áhugin hjá harumonnum var nú uppaftur størri stórur, og eg fór við treysti aftur undir at skráseta.

KNAPT 8.000 SKRÁSETINGAR Í 2014

Tað er eitt drúgt arbeiði, um liggur aftanfyri rapportina, sum eg havi skrivað, eftir at harutíðin var liðug. Í 2014 skrásetti eg tilsamans 1.123 harutúrar, sum vórðu gjørdir 348 hagapørtum í Føroyum . Til hvønn túrin verða skrásettir 7 upplýsingar:

Oyggj ??? Bygd ??? Hagapartur ??? Dato ??? Tal av skotnum harum ??? Tal av byrsum ??? heimildarfólk

Sostatt skuldi eg skrivað slakar 8.000 upplýsingar inn í mítt rokniark. Hetta tekur drúgva tíð, og av tí sama havi eg ætlað at fingið gjørt eina heimasíðu, har harumenn sjálvir beinleiðis skriva síni úrslit inn í eina databasu. Eisini er ætlanin, at fólk á heimasíðuni skuldu síggja tey ymisku úrslitini kring landið so hvørt sum harumenn skrivað úrslitini inn á síðuna. Eisini var ætlanin at vísa á einum korti, hvar viðkomandi hagi var. Á hendan hátt hevði arbeiði hjá mær ikki verið so tíðarkrevjandi at ???fóðra??? skipanina, tí tá høvdu úrslitini komi inn í skipanina av sær sjálvum, og úrslitini høvdu eisini verið tøk á netinum hjá teimum sum høvdu áhuga, so hvør sum veiðitølini vórðu skrivað inn.

HEIMASÍÐAN

Eg havi gjørt eina ætlan um eina tílíka heimasíðu, og hvussu hon skal gerast, men eg eri ikki sjálvur førur fyri at programerað síðuna. Eg havi spurt meg fyri, hvat tað kostar at fáa professionell fólk at gera hetta arbeiði. Eg havi fingið at vita, at prísurin helst fer at liggja um einar 15.000 -20.00 kr. Eg eri tó ikki sinnaður at gjalda hetta úr egnum lumma, og tí havi eg avgjørt, at steðga við mínari skráseting av haruveiðuni í Føroyum fyri 2015.Um onkur er áhugaður at yvirtaka arbeiði, vil eg fegin leggja lag á og hjálpa til við arbeiðinum. So ertaðonkursum hevur áhuga, lat meg so frætta.

SENDA ??RSLITIN INN TÁ HARUTÍÐIN ER LIÐUG

Tað vildi tó verið spell, um hetta arbeiði datt heilt niðurfyri. Soí staðin fyri at skrásetingin ver gjørt leypandi, kundi ein annar møguleiki verið, at harumenn skriva niður tað sum teir fáa hvønn dagin, so, og so senda mær samlaðu tølini, tá veiðitíðin er liðug. Á hendan hátt verður skrásetingin ikki so arbeiðskrevjandi.

Vinarligast

Eyðfinn Magnussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder