Politikkur

Eta á somu matstovu

...

2015-08-06 13:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta er ein søga um familjuna Føroyar, sum hvønn leygardag eta á somu matstovu. Hesir 10 persónarnir fáa somu matskrá og prísurin er tískil eisini tann sami, nevniliga 100 kr. pr. persón ??? tvs. 1000 krónur tilsamans.

Rokningina rinda tey á sama hátt, sum skattur verður goldin. Tey fyrstu 4 (tey ???fátækastu???) rinda einki. Tann 5. rindar 10 kr., tann 6. rindar 30 kr., tann 7. rindar 70 kr., tann 8. rindar 120 kr. og tann 9. rindar 180 kr. Men tann 10. (tann ???ríkasti???) rindar 590 kr.

Tað valdar gleði og gaman inntil matstovueigarin tann eina dagin avger, at tey skulu fáa avsláttur. Nú skulu tey ikki rinda meira enn 800 krónur fyri rokningina. Tey eru øll samd um, at hetta eisini skal rindast á sama hátt sum áður, soleiðis at tey fátækastu sleppa undan at rinda. Men hvussu skulu hini 6 deila avslátturin upp á 200 krónur. Um tey fordeila avslátturin javnt ímillum tey 6, mugu tann 5. og 6. fáa pening fyri at eta, so tað gongur ikki. Matstovueigarin skjýtur upp, at fordeila sparingina lutfalsliga. ??rslitið verður nú at tey fyrstu 5 eta ókeypis, tann 6. rindar 20 kr., tann 7. rindar 50 kr., tann 8. rindar 90 kr., og tann 9. rindar 120 kr. Tann 10. og ríkasti rindar nú 520 kr. Tvs. at tey fyrsu 4. eta framvegis ókeypis, og tað ger tann 5. eisini nú; ímeðan øll hini rinda minni enn áður.

Men so eru tað tríggir í vertskapinum ??? lat okkum kalla teir Aksel, Høgna og Poul ??? sum byrja at samanbera, hvat tey, ein og ein, hava spart. Nú bleiv levint og gangur: tann 6. persónur gremur seg um einans at fáa 10 kr. av samlaða avsláttrinum áljóðandi 200 kr. Skjótt fær tann ríkasti alt uppmerksemi, tí hesin hevur spart heili 70 kr. av tí samlaða. ???Hetta er assosialt??? sigur Aksel, ???Hetta er at misnýta tey veikastu!???, sigur Poul og ???Hetta er bara til tey ríku??? sigur Høgni. Endin á trætuni verður nú tann, at tey 9 verða samd um at tann 10. skal revsast fyri hetta ??? so kann hann veruliga føla tað! Tær breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðurnar. Tey 9 avgerða at avslátturin bara skal býtast millum tey 9 og tann 10. skal rinda sama sum áðrenn avslátturin.

Næsta leygardagin hittast tey aftur. Tey seta seg til borðs og bíleggja, sum tey eru von. Tá ið rokningin kemur, gerast tey sera ovfarin, tí nú er aftur klutur í roknistykkinum! ???. Nú manglað knappliga 590 krónur. Tey hyggja runt um seg og tey 9 leggja nú til merkis, at tann 10. ikki er møttur upp.

Jørgen Niclasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder