Mentan

Ester Kristiansen á Voxbotn 2015

...

2015-05-06 14:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tá Ester Kristiansen í ár var í uppskoti til ársins nýggja navn á FMA, so var tað so uppiborið, sum tað kundi vera. Síðan hon lat fyrsta staklagið úr hondum, er hon tráspæld í føroyskum útvarpi.

Fangandi løgini og sjarmerandi framburðurin hevur tryggja, at Ester telist millum teir frískastu spírarnar á føroyska poppallinum.

Men spírar blóma, og tað er eingin ivi um, at nú er stundin komin hjá Ester Kristiansen at spretta. Tí eru fyriskipararnir av Voxbotn sera fegnir um at kunna bjóða Ester á ársins konsertdag í Vágsbotni, har hon kemur við sínum frálíku fangandi poppløgum.

Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Ester, verður poppkometin John Martin frá Swedish House Mafia, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið fara at spæla til Bryggjudansin.

??ll árini hevur verið útselt og fyrireikararnir vænta nógv fólk aftur í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder