Politikkur

Eru vit betri?

...

2014-10-21 19:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit tosa altíð um, at vit skulu hava virðing fyri okkara medmenniskjum, og at vit ikki skulu seta okkum sum dómarar fyri fólki, ið eru øðrvísi enn vit sjálvi. Hetta er sjálv kjarnin í kristindóminum ??? næstrakærleikin, ið bindur okkum saman í staðin fyri at skilja okkum sundir. Men í kristna oyggjalandinum Føroyum hava nakrir grannar savnað inn undirskriftir fyri at mótmæla, at sálarsjúk flyta inn í eini hús, ið Bústaðir hevur leigað.

Tað er nakað svínarí, tá fordómar verða tiknir fram um menniskjaligar eygleiðingar. Teir søguliga kendastu forfylgjararnir av fólki við sálarsjúku vóru Stalin og Hitler; ógvuslig samanbering, men so er støðið lagt fyri, hvussu keddur og óður eg verði av slíkari púra ósakligari diskriminatión.

Líka nøkur hardcore facts at fyrihalda seg til:

- Depressión er ein sera vanlig sjúka. Umleið 500.000 danskarar verða raktir av svárari depressión eina ella fleiri ferðir í lívinum, og enn fleiri uppliva mildari sløg av depressión.

- Fimti hvør danskari verður onkuntíð í lívinum raktur av angist. Tað er ymiskt, hvussu hart hvør verður raktur, men talið er tó so høgt, at ein av teimum serfrøðingum, ið vita mest um angist, psykiatarin Marianne Breds Geoffroy, ikki heldur sær frá at rópa angist fyri eina fólkasjúku.

- WHO setur sálarsjúku og likamliga sjúku púra javnt, tá ið tað kemur til at meta um heilsuna hjá fólki. Høvdu tit eisini savnað hesar undirskriftir, um talan var um persónar í koyristóli?

Tað eru tvær síður í hesum málinum. Fyri tað fyrsta er tað úti av lagi vánaligt av Bústaðum sum alment felag at lata fordómarnar hjá nøkrum grannum elva til órættvísa diskriminatión. Fyri tað næsta er tað óhoyrt vánaligt av menniskjum at savna undirskriftir fyri at halda øðrum menniskjum niðri ??? allarhelst er hetta gjørt í ótta, men tað tekur ikki meira enn 5-10 minuttir at finna útav, at fólk við sálarsjúku eru akkurát sum tú og eg, tey hava bara nakrar aðrar trupulleikar at dragast við.

Bergur A. Dalsgarð, sjúkrarøktarlesandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder