Politikkur

Eru tit í ferð við at avreiða okkara serføroyska laks av landinum?

...

2017-02-24 16:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit hava sæð tað fyrr.

Vit kvettu høvdið av vælvirkandi føroysku netbanka-loysnini, og fluttu alt KT-virksemi av landinum. Ongin í Føroyum heldur hetta varð serliga skilagott í dag.

Eru vit í ferð við at gera tað sama við føroyska laksinum?

Um dagarnar frættist at Lívfiskastøðin í Skopun letur aftur, og alt virksemið í Sandoynni skal niðurleggjast.

Men hevur nakar spurt seg sjálvan hvat hetta er, ið er í ferð við at henda?

Á lívfiskastøðini í Skopun eru laksar av norskum og íslendskum uppruna.

Alt bendir á, at staðsetingin er júst tann rætta at hava lívfisk svimjandi, tí at nógvur streymur er uttanfyri Skerið, haðani sjógvurin verður tikin.

So mikið góðar eru umstøðurnar, at Lívfiskastøðin sær onga sjúku sum kemur inn við sjónum, ikki eina lús, onki.

Hetta eru tí framúr umstøður at hava okkara egna tilfeingi svimjandi.

Mær er fortalt at nú eru ætlanir frammi um at flyta allan tann norska fiskin, eini 4-5000 laksar úr Skopun, saman við umleið 60.000 rognum/yngli úr Áunum til Norra.

Norðmenn dragast við nógvar sjúkur í lívfiskinum, hetta verður dult sum mansmorð, og tí er kærkomið at fáa reint og sjúkufrítt avlsmateriali úr Føroyum púra fyri onki. Norrmenn byggja lívfiskastøðir og vit lukka okkara niður.

Síðani skulu vit til at keypa øll rognini úr útlandinum, sum vit koma at brúka í okkara egnu framleiðslu.

Uppá sikt kemur hetta at hava við sær, at vit verða 100% tengd at innfluttum rognum, at aðrir seta prísin fyri hesi rognini, og at vit ongi rogn fáa um ikki vit vilja ganga undir treytirnar frá teimum. Stóra fyritøkan Marks & Spencer eigur stóran part av rognaframleiðsluni, og kemur til eina og hvørja tíð at seta treytirnar og prísin á rognum.

Harafturat hevur tað við sær, at vit í størri mun enn í dag eru í vanda fyri at innflyta sjúkur og laks við feilum av ymsum slagi.

Hvat hesar ætlanir koma at kosta samfelagnum Føroyar upp á sikt er óhugnaligt at hugsa sær. Allright, tað kostar í dag at hava okkara egna avlsmateriali, men kostnaðurin kann lættliga verða fleirfalt hetta, um vit gera okkum 100% avhengig av at fáa rognini úr útlandinum. Hava vit okkara egnu stammu, so kann hon um ikki annað brúkast til at pressa rognaprísin niður úr útlandinum.

Alivinnan og samfelagið Føroyar máttu havt áhuga í at hava ein laks sum er serføroyskur at bjóða útheiminum, ein laks sum vit í Føroyum hava hjúklað um og kynsbøtt í 30 ár, í størri mun enn ein laks sum stavar úr útlandinum.

Í mínari verð er lítið serføroyskt við einum laksi sum vit ikki sjálvi eiga grundstammuna av.

Seinastu føroysku laksarnir svmja í dag inni á Skálafjørðinum, 15.000 í tali. Hesi laksurin er mær fortalt, stendur ikki aftanfyri nakran útlendskan laks í dag, kanska betri.

Eg eri ongin serfrøðingur innan laks og laksaaling, men eg havi ein stoltleika sum føroyingur.

Ein stoltleika sum sigur mær, at vit eiga at halda fast við okkara egna laks, og ikki lata útlendingar seta treytirnar.

Tí má onkur nú traðka fram og seta spurnartekin við avgerðirnar ið tiknar verða fyri tíðina.

Vit eiga beinanvegin at fara undir arbeiðið at varðveita okkara egnu stammu í Føroyum, og tí eiga vit at fara at strúka laksin á Skálafjørðinum, fyri síðani at geva honum bestu og tryggastu umstøður sum hetta land kann bjóða lívfiski, nevniliga at lata hann svimja í kørunum í Skopun.

Tá hava vit tryggja landi okkara eina framtíð við einum serføroyskum laksi, og sum ein síðuvinning hava vit tryggja Sandoynni nøkur arbeiðspláss fram í tíðina.

Vónandi kvettur Landsstýrið við vælsignilsi frá Løgting okkara, ikki høvdið av laksastammu okkara, og virkseminum hjá Lívfiskastøðini í Skopun.

Lat nú viti renna til tykkum aftur, og finnið framm handan stoltleikan sum føroyingar!!

Brandur Sandoy, fyrrverandi tingmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder