2018-02-10 10:48
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri spyr Henrik Old, landsstýrismann um hann ferð at taka stig til at broyta aldursmarki til koyrikorti.
Hesin spurningurin er viðkomandi, nú Fólkatingið hevur broytt ásetingar, fyri endurnýggjan av koyrikortinum í Danmark. Frá 1. juli 2017 er koyrikortið galdandi í 15 ár frá útgávudegnum og aldursloftið er avtikið.
Hetta er orsøkin til at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett Henrik Old, landsstýrismanni hendan spurning:
·Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at avtaka aldursloftið og harvið javnstilla ásetingarnar í føroyska koyrikortinum við Danmark, Svøríki og Týskland?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald