Vinna

Eru bangin fyri at rundkoyringin er ov lítil

...

2017-03-02 20:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á landsvegnum í Sandavági, har sum tilkoyringin er til Sandavágs, hava teir í eina tíð arbeitt við at gera eina rundloyring, soleiðis at ferðslan úr Sandavági og eftir landsvegnum skal gerast tryggari og rulla betri.

Men tað eru tey, ið halda at rundkoyringin verður ov trong og tí heldur skuldi verið størri, ein teirra er royndi bilførarin Niels Olgar Joensen. Vit gjørdu tí avtalu við hann í dag, um at fáa roynt rundkoyringina, hóast arbeiðið ikki er liðugt enn, tað vísti seg eisini, tá í stóri bussurin hjá Niels kom til Sandavágs, at tað var heldur trongt, men hvussu verður - vita vit sjálvandi ikki fyrrenn alt er liðugt.

Vit tóku nakrar myndir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder