
Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Dugir tú at arbeiða við tíðarfreistum? Og vilt tú hava eitt starv við fjølbroyttum og gevandi arbeiðsuppgávum? So er tað júst hetta starvið, tú skalt søkja. Okkum tørvar ein ágrýtnan samskipara til okkara tænastueind ??? eitt starv í spennandi og avbjóðandi umhvørvi.
Á tænastueindini starvast tvey fólk, og uppgávur teirra fevna um:
- skrivarauppgávur, herundir málrøkt og rættlestur
- at samskipa lógarmál
- samskiftisuppgávur, so sum at leggja út á heimasíðu, skriva tíðindaskriv v.m.
- ráðharratænastu og protokoll
- at samskipa fundir, verkætlanir og gera verkætlanarlýsingar
- praktiskar uppgávur, so sum bókhald, skjalagoymsla, KT, hølisumsiting, starvsfólkaumsiting o.a.
Ert tú skipað/ur, hevur góð samstarvsevni, dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í bólki, ert tú kanska tann, vit sóknast eftir.
Tað er umráðandi, at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir innan almenna fyrisiting og/ella privata vinnu. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú ert stinn/ur í føroyskum og enskum máli.
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjarna Askham Bjarnason á telefon 502085.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skulu sendast til Fíggjarmálaráðið á [email protected] í seinasta lagi 14. juli 2017.
Um ráðið:
Fíggjarmálaráðið skipar landsins búskaparstýring og leggur grundarlagið undir, at landsfyrisitingin greiðir sínar uppgávur væl. Høvuðsarbeiðsøkini hjá Fíggjarmálarráðnum eru: Búskaparmál, skattamál, fíggjarmál og lønar- og starvsfólkamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald