Vinna

Ergoterapeutur til Heimatænastuna í Vágum

...

2015-08-11 15:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir ergoterapeuti til setan 01. September 2015 ella skjótast tilber.

At arbeiða við gerandisrehabilitering, sum er fyribyrgjandi - endur- og viðlíkahaldsvenjing, ið verður veitt við tí endamáli, at borgarin gert meira sjálvbjargin og tí kann megna gerandisdagin longst møguligt virkin.

Ergoterapeuturin skal samstarva við øðrum fakbólkum tvørtur um toymi, og seta daglidagin hjá borgaranum í miðdepil.

Tænastan verður veitt til fólk yvir 67 ár í egnum heimi og á Sýnini.

?? mun til borgaran skal ergoterapeuturin:

??? Meta um førleika og tørv á tiltøkum

??? Veita ADL, funktións- og viðlíkahaldsvenjingar

??? Veita venjing/viðgerð, endurvenjing og viðlíkahald til borgaran

??? Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum til borgaran bæði einstakliga og í bólkum

??? Veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at vera um borgaran

??? Veita ergonomiska vegleiðing , undirvísing og ráðgeving borgaran, starvsfólk og avvarðandi.

??? Gera fyrireikandi og uppfylgjandi arbeiði í samband við útskrivan frá sjúkrahúsi

??? Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av hjálpitólum, húsabroytingum v.m.

??? Luttaka í visitering av røkt

??? Kanna og greina likamliga, sálarliga og sosialt tilfeingi hjá borgaranum

??? Seta saman mál fyri venjingar gongdini saman við borgara og øðrum fakbólkum

??? Leggja til rættis, seta í verk og stimbra venjingina sæð út frá gerandisvirkni hjá borgaranum

??? Skjalprógva úrslit av venjing við skipaðum og miðvísum kanningum

??? Leiða og samskipa rehabiliteringsgongdina

??? Undirvísa og vegleiða heimavenjarum og øðrum í borgaratoyminum

Vit sóknast eftir fólki ið:

??? Hevur útbúgving sum ergoterapeutur

??? Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt

??? Ert ígongdsetari og opin fyri nýggjum avbjóðingum

??? Dugir væl at samskifta, bæði við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu

??? Kann tola broytingar í starvinum

??? Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða:

??? Eitt starv við nógvum avbjóðingum og nýhugsan

??? Eitt starv við tvørfakligum samstarvi á einum arbeiðsplássið í støðugari menning

??? Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

Setanar- og lønarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðiðog Ergoterapeutfelagið og starvsbrøkurin er 0,8. Setanarstaðurin er Heimatænastan í Vágum við útgangsstøði á Sýnini.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til , leiðaran í Heimatænastuni á tlf. 793201

Umsókn: Skrivlig umsókn saman við prógvum, upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til:

Heimatænastan í Vágum

Kálvalíðvegi 2

370 Miðvági

Teldupostur [email protected]

Umsóknarfreist : 25. august 2015

Tænasturnar verða veittar sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Endamálið er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Hjálpin skal taka atlit til tørv, trivna fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, og skal í størsta møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka. Kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, sambært lógini fáa neyðugu hjálpina.

Av tænastuveitingum til borgarar verður veitt heimahjálp, heimasjúkrarøkt, økisterapi, mattænasta, fyribyrgjandi rørsluvenjingar, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir til heimabúgvandi 75 ár og eldri.

?? løtuni starvast tilsamans 70 starvsfólk í Heimatænastuni í Vágum, svarandi til 51 ársverk. Umleið 130 borgarar fáa veitta tænastu. Heimið á Sýnini hevur 36 búð- og umlættingarpláss og er partur av Heimatænastuni í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder