Politikkur

Er tað ikki ein mannarættur at kenna sítt egna upphav?

...

2021-12-21 17:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í kjakinum um sammøður verður aftur og aftur endurtikið, at tvær konur, sum liva saman, skulu hava somu rættindi sum maður og kona.
Men hví verður einki tosað um tey sjálvsøgdu manna-R??TTINDINI hjá børnunum?
BarnaR??TTINDAsáttmálin hjá ST ásetir, at børn hava rætt til síni egnu foreldur og at fáa umsorgan frá teimum.
Men hesin grundleggjandi spurningurin um rættin hjá børnum til at kenna sítt upphav er fullkomiliga ignoreraður í øllum kjakinum um sammóður.
Alt gongur út uppá, at vaksin skulu hava síni rættindi. Nú er lóggivið fyri, at tvær konur gerast fullgild "foreldur" - meðan pápin verður útilokaður og avskrivaður!
Sambært hesum fer eitt barn ikki at kunna hava bæði ein pápa og eina sammóður. Um barnið hevur eina sammóður, hevur tað ongan pápa.
Lóggávuvaldið ella staturin hevur gjørt barnið faðirleyst, og helst ongantíð - og í øllum førum ikki fyrrenn barnið er 18 ár, kann tað leita í t.d. donor-registreringini og fáa at vita navn og tjóðskap hjá sáðdonorinum, pápa sínum!
Men í sambandi við barnið hevur hesin pápin eingi rættindi og ongar skyldur. Tey eru "for ever" yvirtikin av sammóðurini. Helvtin av barninum er tikið frá tí: ??ll slektin: pápi, omma, abbi, pápabeiggjar, fastrar, systkinabørn o.s.fr. eru tikin frá barninum!
Er hetta ikki púra burturvið og ein sera álvarsamur og avgerandi spurningur, sum er neyðugur at tosa um?
Samlívs- og hjúnabandskjakið er nógv merkt av orðum sum ???javnstøða???, ???diskriminering??? og ???rættindi??? ??? men legg merki til: bara hjá teimum vaksnu!!
Við at nýta somu slagorð, "javnstøða", "diskriminering" og "rættindi" í sambandi við støðuna hjá børnunum, síggja vit, at hesi børnini, sum tilætlað eru faðir- ella móðurleys, verða diskriminerað samanborið við onnur børn. Tey verða ikki javnsett við onnur børn, og tey grundleggjandi rættindini: at kenna bæði sína mammu og sín pápa og fáa umsorgan frá teimum, verða við vilja tikin frá teimum.
Sambandið millum mammu, pápa og barn er er nakað heilt serligt og púra ólíkt øllum øðrum sambondum.
Børn hava ein viðføddan og grundleggjandi rætt til sína egnu mammu og sín egna pápa. Hvørki mamma ella pápi eru óneyðug.
Børn eru ein gáva, ikki eini rættindi. Tað kann aldri verða ein rættur hjá vaksnum tilætlað at skaffa sær faðirleys ella móðurleys børn, og tað er ein mentanarlig katastrofa, tá ið sáð og egg, donorar og surrogatmøður á barnamarknaðinum verða javnsett við mammu og pápa.
Sum tíðin fer og upp á sikt fer henda ideologiin at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri sýnið upp á mannavirði og børn, upp á relatiónir og skyldskap, upp á foreldraskap og hjúnalag.
-----
Lívið hevur nógvar avbjóðingar hjá okkum øllum, og tað kunnu vera mangar "natúrligar" orsøkir til, at børn ikki kenna pápa sín. Og mong hjún fáa hjálp orsakað av barnloysi.
Men fyri tað verður tað ongantíð rætt við lóg at avskriva pápan, áðrenn tey eru fødd.

Jógvan á Lakjuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder