2015-08-31 18:41
Flakatrolarin Enniberg fór í nátt at sigla heim úr Barentshavinum við 950 tonsum av flaki í lastini.
JN.fo hevur tosað við Mortan Johannesen, Mortan sigur, at Enniberg hevur roynt í norskum, russiskum og í Svaldbardøkinum. fiskiskapurin hevur verið hampuligur, Enniberg fór úr Føroyum 17. juni.
Enniberg verður á Havnini hóskvøldið ella fríggjamorgunin, teir landa veiðuna í Havn.
Tað eru 35 mans við Enniberg hendan túrin, teir vóru 37 mans tá ið teir fóru avstað, men tveir eru farnir í land við skaða, skipari er John Mikkjal Godtfred.
Prísurin er góður, tað kemur m.a. av at teir selja veiðuna í Bretlandi, og at kursurin á pundinum er góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald