Vinna

Enniberg siglir heim fullfermdur

...

2019-02-02 20:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Enniberg fór seinnapartin at sigla heim fullfermdur - umleið 940 tons, mest toskaflak.

Enniberg fór avstað 22. november, teir fóru fyrst í russiskan sjógv og royndu har til 29. desember, tá ið teir fóru í norskan sjógv at royna, men teir fingu maskinbrek sama dag og máttu tí inn í Tromsø, teir byrjaðu aftur fiskaríð 3. januar.

Nú er fult, umleið 940 tons - meginparturin toskaflak.

Tað eru 36 mans við hendan túrin, skipari er John Mikkjal Godtfred.

Væntandi verða teir á Havnini mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder