Vinna

Enniberg manglar 60 tons í last

...

2015-03-15 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit á JN.fo hava tosað umborð á Enniberg í morgun. Skiparin Sonny Johannesen sigur, at teir mangla 60 tons í last - Enniberg lastar útvið 1.000 tons. Teir hava roynt norði á Fugloyarbankanum góðar 12 fj. úr landi, men har gjørdist óveður, vindmálarin visti 48,6m/sek, tá valdu teir at fara inn undir land at kroka, har lógu teir í tveir dagar.

Tá ið teir komu út aftur í gjár, løgdu teir leiðina suðuryvir, og royna nú vestur úr Lofoten, tað ljóðar frá góðum fiskiskapi, segði Mortan við jn.fo í morgu, so vónandi verða vit heima til sólarmyrkingina, ella í øllum førum síggja vit myrkingina.

Manningin á Enniberg er 38 mans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder