2016-02-03 23:54
Flakatrolarin Enniberg siglir heim úr Barentshavinum fullfermdur av flaki, teir hava 925 tons í lastini.
Enniberg kemur á Havnina í morgin, teir hava verið burtur siðan seinast í november.
Veiðan verður landað í Havn.
Áðrenn farið verður nýggjan túr aftur, skal ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gerast, segði Mortan Johannasen við JN.fo fyri løtu síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald