Vinna

Enniberg ger framskygda íløgu

...

2015-05-13 21:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oljan.fo skrivar:

Bíligari rakstur, minni útlát og leingjan av livitíð uppá 10 ár. Hetta er úrslitið av eini umbygging av eitt av okkara veteran flaggskipum á Atlantic Fair messuni í Klaksvík.

Á Atlantic Fair í Klaksvík fer Enniberg seinni í dag, kl. 16, at verða tikið fram sum eitt gott dømi uppá eina framskygda íløgu.

Mortan Johannesen, reiðari á Enniberg umhugsaði fyri nøkrum fáum árum síðani støðuna hjá Enniberg. Eftir eina skipaða tilgongd við greiningararbeiði saman við MEST varð avgerð tikin um at skifta meginpartin av maskinlutunum út við nýggja dagførda útgerð.

Á framløgu á Atlantic Fair í dag fer Sunvard Joensen, Teknistovuleiðari á MEST, at staðfesta, at teir á Ennibergi hava tikið røttu avgerð, nú úrslitið fyriliggur, og skipið hevur verið roynt seinastu mánaðirnar.

Tey á Ennibergi kunnu nú fara til fiskiskap við einum dagførdum og meiri nýmótans skipi. Skipið dálkar nevnliga umhvørvið munandi minni av tí at oljunýtslan er minkað yvir 20% - samstundis ferðin er økt úr 13 til 15 míl.

Samanumtikið snýr hetta seg um eina ???win-win??? íløgu, ið Mortan Johannesen hevur framt, har atlit eru tikin bæði til umhvørvið og rakstrarkostnaðin ??? samstundis sum reiðaríið sleppur undan eini størri íløgu í nýtt skip komandi 10 árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder