Vinna

Enniberg fingið sektaruppskot á 430.000 krónur ??? er á veg aftur til fiskiskap

...

2015-02-20 21:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:

Vit hava fingið eitt sektaruppskot á 430.000 norskar krónur, ið vit ikki hava góðtikið. Men vit hava stillað garanti, og nú muga vit bara bíða eftir rættarúrskurðinum 14. apríl.

Tað sigur Sonni Johannesen, skipari umborð á Enniberg, aftaná at hava verið á landi og hugt eftir upptøkunum hjá norsku sjóverjuni. Skipið er nú á veg út aftur til fiskiskap.

Skiparin vísur á, at filmsbrotið ikki vísur nakran fisk, ið verður tveittur út aftur.

- Talan er um trý filmsbrot, ið vit hava hugt eftir, men tey vísa ikki, at nakar fiskur verður tveittur út. Tað einasta, ið man sær, eru nøkur høvd, ið liggja og sløðast.

Sonni Johannesen heldur at trupulleikin er, at tá høvd og annað frá skráskornum fiski fer út aftur, so kann tað líkjast smáfiski, tá hugt verður eftir tí frá langari frástøðu. Tískil væntar hann ikki, at Enniberg tapir rættarmálið.

- Eg vænti ikki at vit tapa hetta. Man skal hava í huga, at hetta er skráskorin fiskur, har høvd verða tveitt út aftur og livur og annað kann hanga við. Fiskurin her vigar um 10-15 kilo hvør, so tá høvdið verður blakað út aftur, so flýtur tað á sjónum. Langvegis frá, sum til dømis frá einum flogfari, kann tað síggja út sum smáfiskur, ið verður tveittur út.

Les eisini:Skiparin á Enniberg: - Hetta er sjúkligt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder