2016-05-06 11:52
Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina í gjár við 850 tonsum í flaki, sum teir hava fiskað í norskum og russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Enniberg fór avstað 18 februar, teir fiskaðu fyrst tað í teir áttu eftir í norskum sjógvi, tað vóru góð 300 tons, síðan fóru teir í russiskan sjógv at royna.
Í morgun byrjaðu teir at landa í Havn.
??tlanin er at fara nýggjan túr hósdagin, tá verður farið í Irmingahavið, har teir kunnu fiskað góð 200 tons av kongafiski.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald