2016-02-18 21:15
Flakatrolarin Enniberg loysti av Havnini seinnapartin, teir fara í Barentshavið at royna. Enniberg kom heim úr Barentshavinum 4. februar við 925 tonsum av flaki, sum varð landað í Havn.
Ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið er gjørt ímeðan Enniberg hevur ligið á Havnini.
Hinir føroysku trolararnir - Gadus, Akraberg og Sjúrðarberg - sum plaga at royna í Barentshavinum, eru allir á fiskileið í Barentshavinum, vit hava ikki frætt, hvussu fiskiskapurin hevur verið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald