Enn fleiri skulu lesa í Føroyum!
Vit eru lutfalsliga ov fá ung í Føroyum, og hetta mugu vit gera nakað við! CEF samgongan er byrjað at gera nakað við trupulleikan. ??tlanin er at hækka studningin hjá øllum undir hægri lestri við 500 krónum um mánaðin. Barnastudningurin til lesandi foreldur hækkar við 34 kr. um mánaðin, og einligir forsyrgjarar fáa studning í 12 mánaðir, ein mánaði meir enn onnur lesandi fáa. Ung fyri Miðflokkin(UfM) sigur í lesarabrævi 17. august, at tey ikki taka undir við at hækka studningin. Unga Tjóðveldið tekur fult undir við, at studningurin hækkar. Hetta er ein góð byrjan at fáa enn fleiri at lesa í Føroyum!
UfM hevur rætt í, at ongantíð áður hava eins nógv lisið í Føroyum sum nú. Hetta er at gleðast um, men greiða málið hjá okkum er, at vit fáa enn fleiri at lesa í Føroyum, bæði føroyingar og fólk aðrastaðni frá. Vit meina, at vit eiga at betra og breiðka um føroyska lestrarlívið. Kostnaðarstøðið í Føroyum er ov høgt í mun til studningin, íbúðarmarknaðurin er alt ov dýrur og Setrið er enn ikki savnað, sum eitt veruligt kampus.
At samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hækkar studningin er byrjan til, at vit fáa eitt betri lestrarlív í Føroyum. Hetta hevur við sær, at fleiri velja at lesa, virka og búgva í Føroyum. Hetta er ein íløga í ungdómin í Føroyum, samstundis sum, at lesandi brúka mestsum allan sín studning í Føroyum, so peningurin kemur aftur í umferð í føroyska samfelagnum.
Unga Tjóðveldið er av tí heilt greiðu støðu: Vit taka undir við, at studningurin hækkar og mæla til, at eisini fólk undir miðnámslestri verða raðfest; at studningurin fer frá 11 mánaðum til 12 mánaðir hjá øllum; at Fróðskaparsetrið savnast í ein bygning, ið húsar øllum undir hægri lesnaði í Føroyum; og at bæði land, Bústaðir og kommunur í felag byggja nógv fleiri lestrar- og lærlingaíbúðir komandi árini.
Vegna Unga Tjóðveldið,
Tráin Petursson Nónklett, landsnevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald