Ítróttur

Enn eru pláss eftir á ráðstevnuni

...

2017-02-17 12:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipar fyri 3. og 4. mars, eru enn nøkur pláss eftir. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 20. februar.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjing íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.

Á skránni verða spennandi fyrilestrar, umframt praktiskar venjingar á vøllinum. Fríggjadagin vera luttakararnir í gongd frá klokkan 17:30 til klokkan 21:00, og leygardagin frá klokkan 09:00 til klokkan 18:00, tá endað verður við felags døgurða í FSF-húsinum. Síðani verða allir luttakararnir bjóðaðir til Stórsteypadystin millum Víking og KÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. mars, klokkan 19:00.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 1.000 krónur. Um fleiri enn fimm luttakarar eru úr sama felag, verður luttøkugjaldið (frá nr. 6 og uppeftir) 500 krónur.

Evni, sum verða á skránni hesar dagarnar, eru millum annað
- ???Talent??? hugtakið ??? hvat er eitt ???talent????
- ??tveljing av leikarum ??? skulu vit velja út? Nær og hvussu?
- Tann góða barna- og ungdómsvenjingin ??? anno 2017
- Tað gevandi venjaraumhvørvi
- Gentufótbóltur ??? avbjóðingar og møguleikar
- Gjøgnumbrotsspæl ??? hvussu skapa vit kreativar lekarar?
- Rák og royndir í altjóða fótbólti ??? hvat merkir hetta fyri barna- og ungdómsvenjingina?

Fyri venjarar við UEFA B-prógvi, gevur ráðstevnan 10 impulstímar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder