2015-01-10 01:18
Føroyska U21 landsliðið í manshondbólti er í hesum døgnum í Grikkalandi, har teir spæla undankapping í HM.
Liðini skiftust at vera á odda, men móti endanum vóru tað Grikkar, sum vóru omaná, men teir føroysku spælarnir kempaðu til tað seinasta og fingið í seinastu sekunum javna til 21-21, sum eisini gjørdis endaliga úrsliti, so statt er tað ikki bara tað føroyska landsliðið í fótbólti, sum hevur fingið gott úrslit í Grikkalandi.
Áðrenn dystin í kvøld vóru oddsini hesi, um Grikkar vunnu, fekk man pengarnar 1,001 ferðir aftur. Um man tippaði javnleik, fekk man 24 ferðir pengarnar aftur og um man tippaði at Føroyar vann, fekk man pengarnar 22 ferðir aftur hjá BET365.
Í morgin spælur føroyska liðið ímóti Serbia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald