Hvar Mentamálaráðið hevur fingið hugskotið til at lækka talið av innlatingum í framhaldsdeildini er mær ein gáta. Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar
So er nýggja skúlaárið komið væl í gongd. Og sum vanligt er, so er fyrsta tíðin merkt av nógvari stákan. Næmingar og lærarar eru spentir at síggjast aftur eftir summarfrítíðina og at fara til verka við nýggjum kreftum. Í so máta er alt við tað gamla. Men seinastu tvey árini eru eisini byrjaði við nýggjum ásetingum frá Mentamálaráðnum. Ásetingum, ið skerja virksemið hjá lærarum.
Seinasta ár vóru spariátøkini m.a. minni tíð hjá lærarunum at vera saman við næmingunum í matarsteðginum, og at fleiri skúlar fingu trengri karmar at lata lærarar fara á seturskúla við flokkunum. Í ár eru tað nýggjar ásetingar um lækkað tal av innlatingum hjá næmingunum í framhaldsdeildini í lærugreinunum føroyskt, danskt, enskt og støddfrøði.
Í semjuni frá seinastu sáttmálasamráðingum vóru broytingar gjørdar í arbeiðstíðaravtaluni hjá lærarum. Sambært nýggju avtaluni fær lærarin tillutaða tíð til at rætta innlatingar hjá næmingunum í mun til talið á avrikum í hvørji lærugrein. Talið av innlatingum hjá næmingunum í framhaldsdeildini var eisini umrøtt tá. Og semja var um, at talið var hóskandi í flestu lærugreinum. Í enskum átti talið av framsetingum at vaksið. Nýggja útrokningargrundarlagið hevði við sær, at tíðin hjá lærarum at rætta innlatingar vaks í enskum og minkaði í 10. flokki, men talið av innlatingum varð verandi tað sama í øllum flokkum.
Eftir skúlaársbyrjan í ár kom so nýggja ásetingin um innlatingar hjá 8., 9. og 10. flokki. Sambært nýggju ásetingum, so minkar talið av innlatingum hjá øllum trimum flokkunum við ávíkavist 15, 8 og 9 innlatingum um árið. Skúlarnir hava fingið tíð tillutaða samsvarandi hesum lækkaða tali av innlatingum. Harafturat hava skúlaleiðarar eisini fingið møguleika at minka talið at innlatingum enn meira, við ávíkavist 26, 1, 6 og 25 innlatingum í mun til seinasta skúlaár.
Hvar Mentamálaráðið hevur fingið hugskotið til at lækka talið av innlatingum í framhaldsdeildini er mær ein gáta. Mínar royndir við regluligum innlatingum í støddfrøði eru sera góðar. Í innlatingunum gera næmingarnar sær størri ómak við uppseting og frágreiðingum enn í dagliga arbeiðinum í lærugreinini. Tað styrkir fatanina hjá næminginum og gevur mær betur innlit í hugsanarháttin hjá næminginum í støddfrøði, so eg betur fái hjálpt í mun til førleikarnar. Lærarar í málsligu lærugreinunum føra somu sjónarmið fram, at innlatingarnar og arbeiðið við innlatingunum eru ein týðandi táttur í arbeiðinum at menna førleikarnar hjá næmingunum.
Einasta grund, ið eg fái eyga á, fyri at Mentamálaráðið lækkar talið av innlatingum í framhaldsdeildini, er, tí tað ber til at spara á henda hátt. Hetta er enn eitt spariátak í fólkaskúlanum hjá Mentamálaráðnum. Og tað er harmiligt, tí tað ger framhaldsdeildina veikari. Í einum skúla við eini stórari framhaldsdeild svara hesar sparingarnar í innlatingunum til á leið til eitt lærarastarv. Og ein lærari ger stóran mun.
Kelda: Føroya Lærarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald