Ítróttur

Enn eitt flott úrslit hjá Torkil

...

2015-06-09 15:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin skuldi Torkil Veyhe aftur í eldin. Hesa ferð í Randers. 130 km skuldi teir leggja aftur um bak áðrenn ein vinnari kundi finnast. Vinnari gjørdis Rolf Nyborg Broge, sum koyrir á continental liðnum Team ColoQuick. Men á einum flottum triðja plássi, bert 7 sekund eftir vinnaran, kom Torkil Veyhe á mál.

- Vit vóru umleið 40 mans til start. Tjúgu A og tjúgu B súkklarar koyrdu í sama felti leygardagin. Vit skuldu koyra 130 km, og tá hvørt umfar var 13 km, so skuldu vit koyra hesa rutu tíggju ferðir. Hetta var ein sera hørð ruta, sigur Torkil við heimasíðuna hjá Tórshavnar Súkklufelag.

Á øðrum umfari sluppu fýra mans avstað, harímillum ein, ið koyrur á sama liði sum Torkil, Odder Cycle Club. Á triðja umfari kom Torkil avstað frá feltinum saman við sjey øðrum.

- Á triðseinasta umfari royndi vit at minimera útbrotið. Fyrst royndi liðfelagin at sleppa avstað frá okkum. Tað eydnaðist og hann fekk tveir við sær avstað. Løtu seinni blivu teir heintaðir av okkum, og nú slóð eg kontra, og kom avstað við tveimum frá Team ColoQuick liðnum. Vit arbeiddu væl saman og øktu alsamt aftur til høvuðsfeltið, segði Torkil eftir kappingina.

Tað bleiv til eitt flott triðjapláss til Torkil Veyhe, sum um góðar tríggjar vikur skal umboða Føroyar, tá føroyska súkklulandsliðið skal kappast á Jersey.

??rslit frá Nishikiløbet kann síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder