JN

Enn ein spennandi FM kapping í badminton avgreidd

...

2015-04-14 23:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árið í bestu deildini í badminton er av fyri veturin. Innleiðandi dystirnir fram til finaluna, vóru sera spennandi. Ikki minst, mundi tað nú til síðst fara at eydnast Benjamin Gunnarstein at vinna finaluna, nú hann luttók á 6. sinni. Vit minnast finaluna fyri 2 árum síðan, har ein sera væl leikandi Niclas H. Eysturoy vann á Benjamin. Tíverri fekk Niclas ein ryggskaða, sum viðførdi, at hann mátti trekkja seg úr kappingini í ár.

Tann so einaráðandi Rannvá Carlsson var fyri 4. ferð í finaluni um FM-heitið, hesuferð møtti hon eldru systrini Brynhild D. Carlsson.

Innleiðandi dystirnir blivu spældir fyrr í vikuni, hódagin og fríggjadagin áðrenn sjálvan finaludagin.

Tær 5 finalurnar blivu so spældar í Kontranst FM 2015 skiftivís ímillum borðtennir, judo og badminton.

Gleðiligt var, at KVF vísti beinleiðis frá finalunum í badminton í einmansleiki hjá damum og harrum.

Til FM kappingarnar hesuferð sást, at allir leikarnir vildu vísa sínar dygdir, við at spæla upp til sítt allarbesta, nú Oyggjaleikirnir standa fyri durum. Tað er ein luksusavbjóðing hjá landsliðsvenjaranum Aritra Nandy og hjálparvenjaranum Magnus Gaard at vejla út, hvør skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Jersey seinni í summar. Fyri leikarnar var hetta seinasta testin áðrenn úttøkuna til landsliðið, sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandinum.

Í tvímansleiki hjá kvinnum vístu enn einaferð systrarnar Carlsson, Rannvá og Brynhild úr HBF, at tær eru bestar og vunnu gull. Í finaluni møttu tær ungu Kristinu Eriksen og Simonu Romme, eisini úr HBF. Tað kom ongantíð rættuligur spenningur í dystin, úrslitið bleiv 21-6 og 21-8.

Í tvímansleiki hjá monnum blivu brøðurnir Benjamin og Nikolaj Gunnarstien úr HBF meistarar. Teir vunnu á ungu leikarunum Magnusi Dal-Christiansen, HBF og Bartali Poulsen, VÍF. Til tíðir vístu mótstøðumennirnir tekniskar dygdir, men tað bar ikki á mál, útslitið beliv 21-10 og 21-4 til Gunnarsteins-brøðurnar.

Í blandaðum tvímansleiki vóru Brynhild D. Carlsson og Niclas H. Eysturoy styrkismett næsthægst, men vegna ryggskaðan hjá Niclasi, máttu tey tíverri longu gevast í innleiðandi dystunum. Ársins blandaða finala bleiv ímillum Rannvu D. Carlsson og Aksel Poulsen úr HBF ímóti Gunnvu Jacobsen og Magnus Dal-Christensen, eisini úr HBF. Rannvá og Aksel vunnu 21-7 og 21-15.

Í einmansleiki hjá kvinnum bleiv gullið í familjuni Carlsson 4. árið á rað. ??rslitið bleiv 21-14 og 21-10. Spælið var á høgum støði, við nógvum og langum duellum, hetta prógvar, at støðið í føroyskum badminton er hækkandi. Rannvá má sigast at vera einaráðandi á kvinnusíðuni í føroyskum badminton.

Seinasta finalan var í einmansleiki í millum Benjamin Gunnarstein og Aksel Poulsen úr HBF. Her fingu áskoðarnir spenning allan dystin. Spennandi bleiv, um tað nú fór at eydnast Benjamin at vinna finaluna, eftir at hann hevði vunnið silvur 4. tær seinastu ferðirnar. Tað sást, at Benjamin hevur havt framgongd í vetur, hann spældi meira feilfrítt, enn hann hevur gjørt áður. Fyrra settið vann Benjamin 21-15. Í seinna settinum bleiv meira javnt og tað sást, at Aksel vildi meir, her vóru nógvar langar og møðsamar duellir. Í móti endanum kom Aksel afturút 17-20, men hann kempaði seg til 19-20, so nú var spenningur av álvara í dystinum, sum kundi fara báðar vegir. Endin var tó, at Benjamin vann 21-19, sum má sigast at vera uppiborið.

Tað er stór framgongd í badminton í Føroyum. Fyrireikingarnar til FM gingu sera væl, við nógvum undirhaldandi og vælleiktum dystum. Vit hava eitt spennandi summar fyri framman, har vit vóna góð úrslit á Oyggjaleikunum. Nógvir spennandi leikarir eru at velja ímillum og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva hjá landsliðsvenjarunum at velja út, heldur Erik Engelbrecht Thomsen at enda.

Komandi leygardag og sunnudag verður FM í einmansleiki fyri U9 ??? U11 ??? U13 ??? U15 og U17 í høllini á Giljanesi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder