Ítróttur

Enn ein sigur til Hilmar

...

2014-12-15 16:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár bleiv kappast í fjallasúkkling, og hetta var fimta og næstseinasta umfar av fjallasúkklukappingini Heystplúmm, sum fjallasúkklufelagið, MTB.fo, skipar fyri. Tað bleiv til enn ein sigur til unga toftamannin Hilmar Hansen, sum í gjár vann ein tryggan sigur.

Í heyst hevur MTB.fo skipað fyri fleiri kappingum, har møguleiki hevur verið hjá øllum at luttaka. Teinarnir hava ikki verið so sum vanligt er, tekniskt truplir, men hart og tungt hevur tað kortini verið.

Sterkasti bólkur hevur koyrt í ein tíma og bólkurin motionistar og kvinnur hava koyrt í 45 minuttir.

Koyrt hevur verið á økinum kring Hotel Føroyar, Svartafoss og í viðarlundini í Hoydølum. Í gjár bleiv koyrt í Hoydølum, og í gjár var tað aftur Hilmar Hansen, ið fór við sigrinum.

Tey, ið hava fylgt við í føroyskari fjallasúkkling seinastu árini minnast kanska at Hilmar fyri hálvum øðrum ári síðani ikki megnaði at vinna sær pláss á føroyska landsliðnum, sum skuldi kappast á Oyggjaleikum á Bermuda. Hann gav ikki upp, men tók dystin upp, og nú telist hann millum fremstu fjallasúkklarar í Føroyum. Hann er ungur, hann er evnaríkur og hann hevur viljan at vinna. Tað vísti hann aftur ígjár tá hann á triðseinasta umfari fór frá Gunnar Dahl-Olsen, og løtu seinni vann ein tryggan sigur.

Tað vóru annars Sigmund Olsson, Jógvan Højgaard, Gunnar og Hilmar, ið fylgdust fyrstu umførini. Fyrst datt Sigmund av, síðan Jógvan og so vóru tað bara Hilmar og Gunnar, ið bardust um gullið. Rutan var eitt sindur teknisk, og har hevði Hilmar munin og vann sær hvørja ferð einar tíggju metrar á omankoyringini aftranfyri Føroya Studentaskúla.

Ein tryggur sigur hjá Hilmari Hansen, og spenningurin er nú í hæddini undan seinasta umfari, sum verður komandi sunnudag. Hilmar hevur vunnið tvær og Gunnar tríggjar av teimum fimm kappingunum. Samlaði vinnarin verður altso kosin komandi sunnudag. Kappingin, ella ???finalan???, byrjar klokkan 13 og kappast verður á økinum og gøtunum kring Svartafoss í Havn.

??rslit frá 5. umfari av Heystplúmm 2014:

Bólkur 1:

1. Hilmar Hansen

2. Gunnar Dahl-Olsen

3. Jógvan Højgaard

4. Sigmund Olsson

Kvinnur:

1. Elsa Berg

Motionistar:

1. Kjartan Egholm

2. Arnfinnur Helmsdal

3. Jóanis Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder