Í gjár, leygardagin 26. mars, skipaði TSF fyri kapping í landavegsúkkling. Leiðin gekk úr Tórhavn til Saksun og so aftur til Havnar.
Hesin teinur var umleið 100 kilometrar langur, men møguleiki var eisini at súkkla ein styttri tein. Tey, ið valdu at súkkla styttra teinin, vendu við Áir. Hesi koyrdu umleið 70 kilometrar.
Startur og mál var við Plantusøluna við Hvítanesvegin í Havn. Komin til Havnar skuldi man framvið málstrikuna, súkkla niðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond, venda um rundkoyringina við Skansan, fyri síðan at koyra á mál við Plantusøluna.
Veðrið var av tí allar fagrasta, og man hevði næstan heldur hug at steðga á fleiri ferðir gjøgnum Sundalagið fyri at njóta vøkru náttúruna og vakra sýnið - móti Sneis og móti Slættaratindi.
Uppmøtingin var góð og allir súkklarar fylgdust til Áir. Tá hildu nakrir fram, og nakrir vendu við Áir, fyri síðan at koyra móti Havnini aftur.
Ein langur dagur var fyri framman, men hetta helt ikki Kjartan Egholm aftur í at royna at sleppa frá feltinum tíðliga í kappingini. Hetta var á Sundi, stutt eftir at kappingin var byrjað. Løtu seinni var Kjartan koyrdur inn aftur.
Teir, ið koyrdu longra teinin vóru Dávur Magnussen, Guðmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen.
Hesir fylgdust allan vegin, men komnir til brekkuna niðan úr Hósvík ávegis til Havnar, mátti Gunnar sleppa lítla feltinum, og Dávur og Guðmundur koyrdu víðari. Hesir koyrdu nú saman undan Gunnari, ið kom á mál góðar fimm minuttir eftir Dávur og Guðmundur.
Hesir fylgdust líka á mál. Dávur vann endaspurtin og vann sostatt næstu kappingina í ár. Men Guðmundur var væl fyri, og megnaði at svara aftur hvørja ferð Dávur royndi at sleppa undan honum.
Tað var eisini tætt millum eitt og tvey hjá teimum, ið koyrdu styttra teinin. Andrass Joensen og Jan Hjaltalin kappaðust um fyrta plássið. Andrass var drúgvari og vann kappingina.
??rslit, menn, 100 km:
1. Dávur Magnussen, 2 tímar, 57 minuttir
2. Guðmundur Joensen, ST (somu tíð)
3. Gunnar Dahl-Olsen, 3.02.00
??rslit, menn, 70 km:
1. Andrass Joensen, 2 tímar 11 minuttir 5 sekund
2. Jan Hjaltalin, ST
3. Sverri Mohr Edvinsson, 2.14.00
4. Jónálvur Johannesen, 2.15.00
5. Henrik Kølleskov, 2.15.30
6. Símun Pauli Dam, 2.18.00
7. Christian Guttesen, 2.31.00
8. Kjartan Egholm, 2.31.30
9. Johan Petur Michelsen, 2.40.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald