Politikkur

Enn betri Bussleið

...

2016-10-18 20:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bussleiðin er lívæðrin í kommununi og skal gerast enn betri. Fólk eru sera glað fyri Bussleiðina, tó ynski eru um broytingar í ferðaætlanini, eyka túrar, og fleiri túrar fyrr um morgnarnar, seinni um kvøldarnar og um vikuskiftini.

Bussleiðin er hjartabarnið hjá mær. Tá eg frá 2005-2011 var forkvinna í teknisku nevnd, varð arbeitt miðvíst við at menna Bussleiðina. Eg eri tí sera glað og ikki sørt errin av at hoyra, hvussu fólkið hevur tikið Bussleiðina til sín. Enn er ikki komið á mál, tí ætlanin var alla tíðina at Bussleiðin skuldi vera eitt alternativ til bilin. Tað málið er ikki rokkið fyrr enn koyrt verður oftari og allar dagar.

Bussleiðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa. Bussleiðin er ein samhaldsføst skipan, har roynt verður at flyta ein stóran part av bilferðsluni yvir á kollektivan flutning, fyri at minka um bilatalið og CO2-útlátið. Gjaldsfría loysnin frá 2007, har eitt av aðalmálunum var at uppala børnini at brúka Bussleiðina, soleiðis at komandi ættarlið á ein heilt natúrligan hátt nýta kollektivu ferðsluna sum ein flutningsmøguleika, hevur økt brúkaraskaran munandi.

Trygdin má økjast í býbussunum. Trygdarbelti skulu verða í bussunum, tí tað er ikki nóg trygt at bussar koyra millum bygdir fullir av skúlabørnum, har ikki øll eru íbundin.

Higartil hevur tíverri ikki verið politiskur vilji at økja um títtleikan, men nú hesir somu býráðslimir kropp av kroppi siga, at teir eru sinnaðir til hetta, sær ljósari út.

Tjóðveldi fer nú sum áður altíð at arbeiða fyri eini enn betri Bussleið. Gjaldsfría skipanin skal halda áfram, tænastan víðkast í allari kommununi allar dagar í vikuni.

So ynskir tú eina enn betri Bussleið, so er valið sjálvandi Tjóðveldi.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder