Enekk verður partur av skránni á G! í ár, og bólkurin kemur við nýggjum tilfari, so hetta er sera spennandi.
Serliga blandingin av fólkatónleiki og jazzi hevur gjørt Enekk til eitt ikon í føroyskari tónleikasøgu.
Teirra heilt serliga ljóð og sterku framførslur hava verið millum tær bestu, ið eru sæddar á føroyskum palli. Enekk hevur havt ein týðandi part í festivalssøguni, teir framførdu til tann allarfyrsta G!-festivalin í 2002.
Eftir ikki at hava verið virknir í nógv ár, komu teir sterkt aftur í fjør við eini heilt serligari konsert, har fyrsta fløga teirra Ver Sterk Mín Sál varð framførd við upprunamanningini - 20 ár aftaná hon varð útgivin.
Konsertin í ár verður eisini forkunnug, tí Enekk fara at framføra nýggj løg, ið ikki eru útgivin - afturat vælkendu og dámdu løgunum frá teimum fýra fløgunum, bólkurin hevur latið úr hondum. Tað verður altso ein konsert, tú sum Enekk-fjeppari ikki kanst missa.
Manningin í ár verður Agnar Lamhauge á bassi, ??li Olsen á ljómborði og harmoniku, Heðin Ziska Davidsen á el-gittar og elektronikki og sjálvandi Kári Sverrisson við sangi og kassagittara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald