Føroysku U17 dreingirnir hava staðið seg sera væl í Nevza-kappingin, hóast eingin dystur var vunnin undan dystinum í kvøld. Fyrr í dag spældu føroysku dreingirnir ímóti Onglandi, og hetta var ein fantastiskur dystur hjá dreingjunum. Teir vístu í fyrsta og øðrum setti framúr gott spæl, og hildu seg alla tíðina frammanfyri Ongland. Triðja settið gjørdist javnari, men føroysku dreingirnir vunnu seg fram til dystarbólt 25-24. So ber ikki til at koma tættari einum sigri. Tað eydnaðist bara ikki. Ongland vann 27-25, og eftir hetta var flogið farið av føroysku dreingjunum. Hetta var annar dysturin, sum liðið tapir 3-2, har liðið hevur verið á odda í settum, og ligið til sigur.
Ísland enn eina ferð
Seinasti dysturin hjá dreingjunum var ímóti Íslandi. Í einum jøvnum dysti, har munurin alla tíðina var lítil, megnaðu dreingirnir tó tað mesta av tíðini tvey tey fyrstu settini at halda seg frammanfyri. Tað stóð nógv á hjá báðum liðum, og tað skuldu tríggir settbóltar til, áðrenn føroysku dreingirnir vunnu fyrsta settið 28-26. Munurin var eitt sindur størri í ørum setti, sum endaði 25-22. Nú vóru dreingirnir enn eina ferð frammanfyri 2-0 í einum dysti, og aftur fingu teir trupulleikar.
Niels inn at avgera
Ein tann besti føroyski leikarin alla kappingina hevur verið hevarin Gudmund V. Larsen. Hann noyddist av vøllinum við skaða miðskeiðis í triðja setti, og inn fyri hann kom Niels Niclasen at heva, og tað gjørdi hann sera væl. Føroysku dreingirnir koma inn aftur í settið, sum teir tó taptu 19-25, men grundin varð løgd fyri einum góðum 4. setti og tað var tað sanniliga. Eingin ivi líka frá byrjan til enda, og dreingirnir vunnu endiliga ein dyst og harvið 6. plássið í kappingini hesaferð ??? frammanfyri Ísland.
Ísland ??? Føroyar 1-3 (25-27, 21-25, 25-19, 17-25)
Besti leikari: Hjørtur Sólstein
Genturnar skalaðu ikki Noreg
Føroysku genturnar spældu ein góðan dyst ímóti Onglandi fyrr í dag, men í fyrsta dystinum um 5-7 plássið, sum var ímóti Noregi lá tíverri ikki líka væl fyri. Í fyrsta setti fylgdust liðini væl, men so sóust trupulleikarnir við móttøkuni aftur. Av tí sama fekst álopsspælið ikki at virka. Noreg vann dystin 3-0. Føroysku genturnar hava nú ein dyst eftir. Hann verður sunnumorgunin kl. 9.00 ímóti Danmark.
Besti leikari: Sissal Ellefsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald