Ítróttur

Endiliga bragdaði hjá SÍ

...

2016-02-21 02:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Dreingir 14 SÍ ??? Fleyr 2-0 (25-14 , 25-20)

SÍ átti lið í øllum finalunum, sum hava verið leiktar í dag, og til samans hevur felagið úr Sørvági lið í 9 av 10 finalum. Men tað gekk ikki eftir vild í trimum teimum fyrstu og einki er at ivast í, at serliga stórt er vónbrotið hjá báðum liðunum í meistaradeildini, sum taptu sínar dystir 3-0.

Seinasta finalan var tí ógvuliga avgerandi hjá SÍ skuldi tað ikki enda heilt ongul í reyv. Dreingir 14 skuldu venda gongdini, og tað gjørdu teir við stíli.

Í fyrsta setti var als eingin ivi, tí Sí bukaði Fleyr við ágangandi servum og góðum álopum. Fleyr fekk ikki annað beinið til jørðina.

Annað sett var munandi javnari, og liðini fylgdust alla tíðina og tordu væl at satsa alt. Við støðuna 18 ??? 18 tók SÍ avgerandi leiðslu, sum liðið helt til endans, og sørvingar vunnu endiliga gull!

Bestur leikarar:

Julian Vest Niclasen, SÍ

Davið Hentze, Fleyr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder