Ítróttur

Endatiltak á Giljanesi

...

2015-04-30 03:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Týskvøldið var hugnaløta inni á Giljanesi, í samband við at badmintonárið hjá MBF er liðugt.

Byrja var í høllini, har skipa var fyri Multigames fyri foreldrum og leikarum. ??ll spældu saman, bæði vaksin og børn. Ein sera fittlig løta.

 

Síðani var farið inn í stovuna at eta. Vága kommuna bjóaði ein betri bita, og Jógvan Sjúrður bar heilsu fram frá Vága kommunu. Hann rósti leikarnum, nevnd og foreldrum fyri teirra ídni, og takkaði fyri at MBF er eitt gott umboð fyri Vága kommunu. Eisini vísti hann á serliga góðu úrslitini felagið hevur fingið í ár, við at hava fleiri Føroyameistar og GrandPrixmeistarar. Eisini fekk felagið gávu frá Vága kommunu.

 

Føroyameistarar og GrandPrixmeistarar blivu heiðraðir og fingu teir eina lítla viðurkenning frá MBF fyri at hava strítt seg uppá ovastu rók.

 

Ein stak hugnaligur endi á einum góðum kappingarárið.

 

Takk fyri í vetur øll somul J

 

MBF


Sí fleiri myndir HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder