Politikkur

Endaspurturin!

...

2015-08-31 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg vil hervið gera eina seinastu roynd, at vinna tykkara stuðul í morgin. 

Eg fari at betra munandi, um korðuni hjá barnafamiljum í komandi valskeiði, við Barnabeina á 1000kr fyri hvørt barni. 

Fiskivinnan skal fáast aftur á beint, so at allur flotin kann vinna pengar aftur. 

Á skatturin hjá lønmóttakarum, skal vera minni partur av fíggingini, hjá landi og kommunum. Hettar hava vit í Javnaðarflokkinum, eitt greitt boð uppá hvussu hettar skal gerast. 

Vit hava eina loysn uppá, hvussu brotsgerðirnar, forskattingin og skattahækkingin av pensjónunum kann rættast aftur. 

Javnaður Frælsi og Brøðralag.

 Hettar merkir, at øll hava somu rættindi í samfelagnum, har tað ikki bert, eru tey, í av arvarætti eru borin til ávís størv ella vinnurættindi hava møguleikar. Nei øll í hava dirvi og evni til hettar, skulu fáa møguleikan. 

Velji meg á lista C ! Eg veit at hettar er vegurin, til eitt Rættvíst samfelag.

Kristoffur Gaardlykke

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder