2017-04-04 09:20
Tað letur seg ikki gera hjá Føroyum at hýsa EM-undankappingini hjá kvinnum, sum verður 9. ??? 11. juni í ár. Føroyar hevði annars vunnið lutakastið at hýsa kappingini. Orsøkin er, at gistingarhúsini kring landið eru nærum full alt hetta vikuskifti, og skildast hetta í høvuðsheitum, at landsdystur er í fótbólti millum Føroyar og Sveis fríggjadagin 9. juni.
Evropeiska Hondbóltssambandið krevur til tílíkar kappingar, at gisting er á minimum trý stjørnaðum hotelli. Høga gistitalið í Føroyum um summarið sum heild, ger tað sera trupult hjá HSF at hýsa kappingum og dystum um summari. Í bólkinum hjá Føroyum eru eisini Finnland og Grikkaland og rætturin at hýsa kappingini verður nú latin víðari til Grikkaland, tað skrivar HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald