Emerging Nations Cup á øðrum sinni
Tá føroyska A-landsliðið hjá monnum í januar spældi undankapping til EM2020 var greitt, at um liðið ikki vann sín bólk, og harvið kom víðari til veruligu undankappingina til EM, so skuldu Føroyar luttaka við einum styrktum U24 liðið í Emerging Nations Cup, sum verður í Bulgaria í summar.
Hetta er aðru ferð, at IHF skipar fyri Emerging Nations Cup, sum verður dagarnar 12. til 18. juni. Kappingin, sum er ein kapping fyri menningarlond í hondbóltshøpi, var fyrstu ferð í Kosovo á sumri 2015, og tá vunnu Føroyar.
Luttakandi londini eru Albania, Andorra, Armenia, Azerbadjan, Bulgaria, Føroyar, Georgia, Írland, Kosovo, Kýpros, Luksemburg, Moldova, Malta, Stórabretland, Turkaland og Kina, sum hevur fingið eitt sokallað ???Wild Card??? frá IHF.
Hesuferð hevur IHF ásett eitt aldursmark á 24 ár, men loyvir tó trimum eldri leikarum við. Við 24 ára aldursmarkinum skal skiljast, at ein leikari skal ikki verða fyltur 25 ár áðrenn 19. juli 2017.
Vinnarin av Emerging Nations Cup, tó undantikið Kina, vinnur samstundis víðari luttøku í undankappingini til EM2020.
HSF hevur sett Halgir Dahl Olesen og Jeppe Borch sum síðustillaðar høvuðsvenjarar. Saman hava teir sostatt ábyrgdina av liðnum fram til og við hesa kappingina, sum eisini skal brúkast til at fyrireika leikarar til komandi A-landsliðsuppgávur.
Kári Nielsen, sum seinnu árini hevur verið høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum, ynskti ikki at halda fram í sínum leikluti, og samstundis hevur Birgir Hansen valt at steðga.
Halgir og Jeppe fara nú við góðum treysti undir fyrireikingarnar og gleða seg til uppgávuna.
HSF ynskir eisini at nýta høvið at takka Kára Nielsen og Birgir Hansen fyri teirra stóra arbeiði fyri føroyskan hondbólt. Báðir eiga stóran lut í framgongdini, sum føroyskum hondbólti hevur verið fyri seinnu árini.
Við ítróttarkvøðu
Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald