Ítróttur

EM finala fyri smátjóðir

...

2015-05-14 19:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í døgunum 15. til 17. mai spælur føroyska kvinnu flogbóltslandsliðið EM finalu kapping fyri smátjóðir.


Føroyar hevur fyri fyrstu ferð spælt seg til finalu kappingina um europeiska meistaraheiti fyri smátjóðir.


Føroyar vann seg í finalu bólkin, við at vinna innleiðandi bólkin í Íslandi í fjør sannførandi.


Hesu ferð verður spælt í Schaan í Liechtenstein. Hini londini sum eru í finalu kappingini eru Skotland, Luxembourg, Kypros og Liechtenstein.


Kappingin er skipað sum ein bólkur, har øll liðini spæla einaferð ímóti hvørjum øðrum. Tað liðið, sum vinnur flestar dystur, er meistari.



Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:




Fríggjadagin 15. mai
Klokkan 16.30: Føroyar - Skotland


Leygardagin 16. mai


Klokkan 13.00: Føroyar - Liktenstein


Klokkan 19.00: Føroyar - Kýpros


Sunnudagin 17. mai


Klokkan 15.30: Føroyar - Luksemburg





KvF hevur beinleiðis frásøgn frá dystunum.


Venjararnir Boban Ilic og Bartal Eliasen hava úttikið hesar 12 leikarar


Sóley Poulsen, KÍF
Guðrun Joensen, KÍF
Elisabeth Purkhús, Mjølnir
Femja Mortensen, TB
Helga Guttesen, SÍ
Eva Nagata, Fleyr
Anja Danielsen, Fleyr
Birgit Guttesen, Amager
Eina Kalsø, Amager
Sofía Purkhús, Amager
Karina Debes, VLI
Urd Traðará, Aalborg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder