JN

Elsti føroyingurin lagt árarnar inn

...

2016-03-10 09:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Theodor Thomassen í Sørvági, ið var tann elsti føroyingurin, er deyður. Theodor Thomassen fylti 107 ár 28. oktober í fjør, tá hann bleiv 107 ár.

Hann hevði handil í Sørvági og róði út einsamallur, til hann var gott 95 ára gamal. Í 1930 giftist Theodor Thomassen Nenceu Hansen, ið eisini var ættað úr Sørvági.

Tey bæði bygdu sær hús og saman fingu tey 10 børn. Hann gjørdist einkjumaður í 1979. Í januar í ár fór heilsan at bila, og Theodor Thomasen sovnaði stillisliga burtur mikukvøldið.

Við børnum og barnabørnum vóru eftirkomararnir hjá Theodori Thomassen 142 í tali, tá hann í oktober í fjør fylti 107 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder