Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur umavgerðina og vantandi grundgevingarnar fyri ikki at taka upp samstarv við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at Heilsumálaráðið sýtti fyri at taka samstarv upp við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum? Og hvør hevur tikið avgerð um hetta?
2. Hví setti Heilsumálaráðið seg ikki í samband við Diabetesfelagið?
3. Hvørja ávirkan hevur avgerðin fyri diabetessjúklingar í Føroyum?
4. Metir landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá diabetessjúklingum eru nøktandi?
5. Um so varð, at ein diabetesmiðstøð varð sett upp í Føroyum, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss høvdu verið skapt?
Viðmerkingar:
??tvarpið boðaði í gjár frá, at Novo Nordisk grunnurin í samstarvi við grønlendsku myndugleikarnar hevur gjørt av at seta eina diabetesmiðstøð upp í Grønlandi, meðan Heilsu- og innlendismálaráðið takkaði nei til sama tilboðið.
Sambært forkvinnuni í Diabetesfelagnum, hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ikki ráðført seg við Diabetesfelagið, hóast tað eru millum 4000 og 5000 diabetessjúklingar í Føroyum. Av tí, at Heilsu- og innlendismálaráðið ikki vildi taka upp samstarv við Novo Nordisk grunnin, hevur Jannik Hilsted, ið hevur evstu ábyrgd fyri játtanum til diabetes verkætlanir, sum Novo Nordisk grunnurin veitir, slept ætlanunum um samstarv.
Avgerðin hevur elvt til mikla øsing millum manna. Tað er sera óheppið, tá Heilsu- og innlendismálaráðið tekur so stóra avgerð uttan at ráðføra seg við Diabetesfelagið, tí ein slík miðstøð hevði uttan iva verið diabetessjúklingum at gagni.
Á Løgtingi, 6. desember 2018
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald