Politikkur

Elsebeth spyr Eyðgunn um fyritíðarpenjónistar

...

2016-09-20 15:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingsmaður

 

 

Munnligur fyrispurningur

 

til

 

Eyðgunn Samuelsenlandsstýrismann í almannamálum

Viðvíkjandi fyritíðarpensjónistum

 

 

1. Hvørja upphædd fær ein fyritíðarpenjónistur, sum er giftur, útgoldið?
2. Hvørja upphædd fær ein fyritíðarpenjónistur, sum er ógiftur, men livir saman við makanum, útgoldið
3. Hvussu høga upphædd kann  makin, ávíkavist giftur ella ógiftur, hjá einum fyritíðarpenjónisti forvinna,   áðrenn brennistudningurin fellur burtur?

 

 

Viðmerkingar:

Sum tað er í dag, loysir tað seg fíggjarliga hjá fyritíðarpenjónistum at búgva saman uttan at vera giftir. 

 

Hetta kann ikki vera rætt,  tí  lóggávan kann ikki diskriminerað tey, sum hava valt at liva í hjúnabandi.

 

 

Á Løgtingi, 19. september 2016

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder