Tíðindaskriv.
Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var ???GUNNAR HAVREKI???, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Nú kemur so ellivta leikritið, ???JEPPI Á FJALLINUM???, sum Ludvig Holberg skrivaði í 1722. Rikard Long týddi leikin, sum kom út á føroyskum í 1922.
Leikurin, sum er í fimm pørtum, varð fyrstu ferð framførdur heima á Sandi í 1892 ??? tá á donskum. Síðani er hann framførdur fleiri ferðir, m.a. í Havn í 1931, í Gøtu í 1946 og Haldarsvík í 1970. Helst aðrastaðni við.
Í 1978 leikti GRÍMA leikin við gestaleikara í leiklutinum sum Jeppi. Tað var Einar Petersen, sáli, úr Sørvági.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.
Leikrit 11 er 100 s.
Forlagið FANNIR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald