JN

Ellisheim og stovnar fáa grindina

...

2017-07-09 20:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld legði ein lítil grind beinini í Sandagerði í Havn, drápið gekk bæði skjótt og væl. 29 hval løgdu beinini.

Portal.fo skrivar, at Finnbogi Midjord, sýslumaður, boðar frá, at hóast grindin ikki endaliga er merkt enn, so hava teir longu tikið støðu til at býta grindina út til ellisheim og aðrar stovnar.

Nógv fólk tóku lut í rakstrinum og drápinum, so tað hevði ikki verið nógv í part um grindin skuldi verið býtt í drápspartar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder