Politikkur

Elisabeth Mercedis Gunnleygsdóttir svarar Brandi Sandoy

...

2021-08-23 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nr. 52-016/2021

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur um umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Spurningar:

1. Hvør er orsøkin til, at umlættingar- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki o.ø, steingir í 3 vikur hvørt summar?

2. Hvussu stóra meirjáttan skuldi Almannaverkið havt, fyri at hesi tilboð skuldu verið áhaldandi alt árið uttan íslit?

3. Hvørji onnur tilboð til fólk við serligum tørvi stongdu fyri tænastunum í summar?

4. ??tlar landsstýrismaðurin, at hesi tilboð eisini komandi ár skulu steingja á sumri?

Viðmerkingar:

Føroyska samfelagið stendur seg væl millum heimsins tjóðir, tá tað kemur til at taka sær av sínum borgarum við serligum tørvi. Tó kunnu batar altíð fremjast.

Undirritaði hevur skilt, at umlættingar-og dagtilboðini til børn og ung við autismu og fjølbreki stongdu í summar eftir ordrum frá leiðsluni í Almannaverkinum.

Orsøkin sigst vera sparingar.

Ung við autismu hava um nakað tørv á einum støðugum gerandisdegi, hava brúk fyri at støðugu, tryggu karmarnir eru tøkir allar dagar í árinum. Tí er samgongan eisini í ferð við at byggja karmarnar til hendan tørvin.

Ung við fjølbreki fáa regluliga umlætting av fleiri orsøkum, serliga tí at avbjóðingarnar eru ov tungar hjá avvarðandi at makta í gerandisdegnum.

Avvarðandi hava ríkiligt at stríðast við, og tí kemur tað illa við, at Almannaverkið steingir fyri sínum tænastum í 3 vikur.

Fylgjurnar eru í fleiri førum, at tey, sum tørva tænastuna, fáa varandi afturstig.

Føroyska samfelagið er eitt av heimsins ríkastu.

Tí eiga vit at tryggja teimum okkara, ið hava størsta tørvin, at tænastan er har alt árið.

Á Løgtingi, 9. august 2021

Brandur Sandoy

Svar:

Til spurning 1:

At stovnar stongja nakrar vikur um summarið er ikki nakað nýtt, tí hetta hevur verið galdandi fyri fleiri stovnar hjá Almannaverkinum tey síðstu árini.

Orsøkirnar til, at umlættingar- og dagtilboð steingja í 2-3 vikur um summarið, eru bæði fíggjarligar, fakligar og viðvíkjandi starvsfólkaorku.

Yvirskipað kann sigast, at fíggjarliga rásarúmið ikki er óavmarkað, og tí er neyðugt at raðfesta hvussu játtanin best verður gagnnýtt. At hava stongt nakrar vikur um summarið, gevur størri fíggjarliga orku til tænasturnar restina av árinum. Tó er tað so, at tænastur eisini verða víðkaðar um summarið, tí aðrir stovnar ??? m.a. skúlar ??? stongja í nógvar vikur. Tá hava frítíðartilboðini í Almannaverkinum, sum vanliga bert hava opið eftir skúlatíð, opið allan dagin.

Eisini eru faklig atlit sum gera, at valt verður at steingja nakrar vikur um summarið. Børn og ung, sum brúka umlættingar- og dagtilboðini í Almannaverkinum hava ofta so samansettan tørv, bæði likamliga og sálarliga, at tað krevur ein serligan fakligan kunnleika til teirra individuellu støðu, fyri at tænastan kann vera á einum støði, sum er fakliga nøktandi. Tey hava tørv á at hava roynd og kend fólk rundan um seg, og fleiri tola illa, at tað eru fremmandir feriuavloysarar, sum skulu vera um tey.

At enda skal nevnast, at tað er ein sannroynd innan trivnaðarøkið sum heild, at tað er trupult at fáa feriuavloysarar, og sum støðan er beint nú viðv. feriuavloysarum, so hevði tað í flestu støðum als ikki borið til at havt opið alt summarið.

Verður verandi starvsfólkahópur brúktur hesar vikurnar um summarið, vil feria hjá starvsfólkum ávirka tænasturnar í eitt langt tíðarskeið, heldur enn bert hesar einstøku vikurnar, tað er stongt.

Til nr. 2:

Mett verður, at skulu tilboðini til umlætting til bæði børn og vaksin økjast til at hava opið hvønn dag, verður talan um umleið 5 mió. kr. meira í játtan um árið. Játtanin fevnir tá eisini um økta umlætting til borgarar við demenssjúku og umlætting til borgarar, sum standa á bíðilista.

Til nr. 3:

Vardu verkstøðini og virknistilboðini stongja eisini 3 vikur hvørt summar, tá borgararnir, sum brúka tey tilboðini, fara í summarfrí.

Til nr. 4:

Sum nevnt, so er tað ikki nakað nýtt at stovnar stongja nakrar vikur um summarið, tí hetta hevur verið galdandi fyri fleiri stovnar hjá Almannaverkinum tey síðstu árini.

Sum víst á í svarinum til spurning 1, eru tað fleiri orsøkir til, at umlættingar- og dagtilboð stongja 2-3 vikur um summarið, og tað er ikki einans fíggjarligar orsøkir. Eisini í Almannaverkinum ger mangulin upp á arbeiðsorku seg galdandi og hevur hetta við sær, at Almannaverkið hevur trupult við at fáa frítíðaravloysarar og eins og stórir partar av arbeiðsmarknaðinum í øllum landinum annars. Almannamálaráðið og Mentamálaráðið eru farin undir ein tilgongd fyri at útbúgva fleiri fólk, sum m.a. kunnu nøkta tørvin á arbeiðsmegi bæði í Almannaverkinum og innanfyri heimatænastu og eldrarøkt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder