2015-10-21 03:49
Elisabeth Rasmussen hevur verið í Sandavági seinastu 25 árini og sett niður/tikið upp epli saman við børnunum og starvsfólkum hon hevur arbeitt saman við. (í februar vóru tað 25 ár síðani Elisabeth var útbúgvin, sum ein av fyrstu námsfrøðingunum á Læraraskúla Føroya).
Elisabeth er ættað úr Sandavági - vit tosaðu við hana og Jónu Guttesen, sum er ættað úr Miðvági, tær eru báðar á myndini.
Seinastu 6 árini, hava tað verið børn og starvsfólk frá Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík, ið hava verði í Sandavági. Áðrenn tað var Elisabeth saman við børnum og starvsfólkum frá Barnagarðinum við Velbastaðvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald