Ítróttur

Elin Heðinsdóttir Joensen nýggjur ÍSF-formaður

...

2016-05-20 21:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:

Elin Heðinsdóttir Joensen er nú nývald forkvinna í Ítróttarsambandi Føroya. Hon er fyrsta kvinnan á ovastu rók í felagskapinum, so talan var um søguliga hending, tá hon uttan mótvalevni varð vald til forkvinnu í kvøld.
Stríðspartarnir báðir - Svimjisambandið, Hondbóltssambandið og Flogbóltssambandið á aðru síðuni, og hini 13 serbondini á hinari síðuni - samdust um at trekkja eitt umboð hvør, soleiðis at tey trettan sersambondini fingu trý umboð, og hini trý eitt umboð í nevndini.

Soleiðis eydnaðist tað sersambondunum í evstu løtu at finna eina semju á stríðið, ið hevur verið síðstu vikurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder