FSF: Tað verður sandoyingurin, Eli Hentze, ið verður hjálparvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum. FSF og Eli Hentze hava gjørt avtalu, ið er galdandi næstu tvey árini
Umframt at hava spælt á hægsta støði í føroyskum fótbólti, hevur Eli Hentze eisini verið sera virkin í barna- og ungdómsfótbólti, og hevur fryntligi sandoyingurin seinastu nógvu árini verið ímyndin av B71 og tí stóra arbeiðinum, ið Eli hevur lagt í barndómsfelagið á Sandi.
Men tað er ikki bara á sandoynni, at føroyskur fótbóltur hevur fingið ágóðan av venjaradygdunum hjá nýggja U21-hjálparvenjaranum. Eli Hentze hevur vant fleiri av U-landsliðunum, og hevur eisini verið ein av undangongumonnunum í leikaramenningini hjá gentum og dreingjum, sum FSF hevur skipað fyri í nøkur ár.
- Hetta verður ein spennandi og stór avbjóðing. Eg kenni fleiri av leikarunum, tá teir hava verið partur av yngru landsliðunum, men nú eru teir blivnir vaksnir og meira búnir, og tískil eru onnur mál, ið nú skulu røkkast, sigur Eli Hentze, sum í fjør varð kosin ársins ungdómsvenjari av Venjarafelag Føroya.
Undankappingin til EM 2017 fyri U21-landslið byrjar seinni í hesum árinum, og 5. februar verður lutakast í Nyon í Sveis, har finnast skal fram til, hvørjum londum Føroyar skal møta í komandi kapping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald