Ítróttur

Eli er nú aftur í B36

...

2016-06-16 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

B36.fo skrivar: So er endaliga staðfest, at Eli Falkvard Nielsen aftur fer í B36-búnan.

Tá vit í fjør vardu meistaraheitið væl og virðiliga, var Eli Falkvard Nielsen eitt av teimum heilt stóru ljóspunktunum. Ja, somikið væl gekst í hond hjá miðvallarslítaranum, at hann eftir kappingarárið varð kosin sum ársins stjørnuskot av áskoðarum okkara.

Eftir kappingarlok gekk leiðin hjá Eli til Danmarkar, men tíbetur var talan ikki um einvegis ferðaseðil. Eli er nú á veg aftur til Føroya, og tað hevur gingið bæði skjótt og væl at avgreiða allar smálutir, soleiðis at sáttmáli nú er skrivaður við hartarbeiðandi miðvallaran.

Soleiðis verður Eli partur av hópinum, so skjótt sum alt pappírsarbeiðið í sambandi við flytingargluggan er avgreitt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder