Ítróttur

Elektron: VÍF vann 29-23 á StÍF

...

2013-11-28 02:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF vann tryggan sigur á StÍF í Elektrodeildini, úrslitið gjørdist 29-23 til VÍF, eftir at StÍF førdi 13-15 í hálvleikinum.

Tað var StÍF, sum byrjaði betur í Vestmanna í kvøld. StÍF kom á odda 1-4 í 6. minutti. StÍF førdi eisini allan fyrra hálvleik og tær kundu fara til hálvleik við tveimum málum frammanfyri VÍF-kvinnurnar - 13-15.

VÍF-kvinnurnar høvdu helst fingið ein orduligan uppsang frá Jan Ottosen í hálvleikinum. VÍF legði hart út í seinna hálvleiki, tær komu uppá 19-15 í 38. minutti - StÍF svaraði tó aftur og komu uppá javnleik 19-19 í 42. minutti, StÍF tók eisini leiðsluna 19-20 í 44. minutti, men soleiðis vildu vestmannakvinnur tað ikki, tær tóku leiðsluna í dystinum og runnu frá, tað ið eftir var av dystinum. VÍF vann tryggan 29-23 sigur.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 1, Durita Ljósstein 3, Liljan Djurhuus 9, Annika Poulsen, Rakul Joensen, Durita Christophersen 4, Halla Durhuus, Fríða Marjunardóttir, Annika Patti, Daniella Joensen eina útvísing, Eilin Hansen 4, Agnas Olsen 8 og Guðrið Poulsen.

StÍF: Barbara í Billustovu, Marita á Fríðriksmørk, Ingun Mørkøre, Heidi Sevdal 2 og tvær útvísingar, Fríðrun Danielsen 4, Rebekka Justinussen 7, Ansy Sevdal 1, Bára Bertelsen 4 og eina útvísing, Erla Petersen 1, Sunfríð B. Johansen 2, Gurðið Poulsen 2, Birita Poulsen eina útvísing og Poula Høgnesen.

Støður:

5. min. 1-3

10. min. 4-6

15. min. 6-7

20. min. 7-8

25. min. 11-10

30.min. 13-13

35. min. 16-15

40. min. 19-17

45. min. 21-20

50. min. 23-21

55. min. 26-22

60. min. 29-23


Áskoðarar: 125

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82151763912
2Kyndil71561213510
3VB8216199179
4Neistin6149130198
5Stjørnan8167221-543
6StÍF7148204-562

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder