Vinna

Eldur kom í ein útróðrarbát seinnapartin

...

2019-02-06 22:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Beint eftir klokkan 17 í dag fekk løgreglan eina fráboðan, umvegis 112, at eldur var komin í ein útróðrarbát undir 15 tons, har 3 mans vóru umborð.

Boð blivu beinavegin send eftir bjargingarbátinum Ziska, sum setti kós móti bátinum ið var staddur 1. fjórðing eystur úr Viðareiði.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við jn.fo í kvøld, at manningin á útróðrarbátinum fekk sløkt eldin í maskinrúminum við eldsløkkjarinum ið vóru umborð. Motorurin sløknanði av tí sama, men tá var eingin vandi  á ferð.

Ein annar útróðrarbátur ið er 20 tonsari kom útróðrarbátinum til hjálpar, og sleipaði hann á Hvannasund.

Av tí sama fekk Ziska boð um at venda aftur til Klaksvíkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder